Sjúkrahúsið Suðuroyar Sjúkrahús er eitt av trimum sjúkrahúsum í Føroyum og er á Tvøroyri. Sjúkrahúsið er eitt blandað medisinskt/kirurgiskt sjúkrahús við 26 seingjarplássum. 110 fólk hava sítt dagliga yrki á sjúkrahúsinum. Suðuroyar Sjúkrahús er ein partur av Heilsumálaráðnum og samstarvar við hini bæði sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús. |