Alt um Covid-19
Øll tíðindi
Kunning um corona (Covid-19).Kunning um corona (Covid-19)
Síðani desember 2019 hava verið fleiri tilburðir av coronavirus í Kina, sum ikki áður hava verið at sæð hjá menniskjum. Síðani er virusið staðfest í nógvum øðrum londum.

Heimsheilsustovnurin WHO kunngjørdi hin 11. februar 2020, at nýggja coronavirusið fekk heitið COVID-19 (Corona Virus Disease 2019).

Teir fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir í Wuhan í Hubei-landslutinum í eystur Kina. Tey smittaðu hava havt somu sjúkueyðkenni sum við lungnabruna: fepur, turran hosta og í summum førum trupulleikar við andaleiðini. Tað hava tó eisini verið fleiri tilburðir við coronasmittu, har sjúkueyðkennini hava verið mildari.

Sjúkrahúsverkið er til reiðar
Í Føroyum eru tað danska Heilsustýrið og Landslæknin, sum hava yvirskipaðu ábyrgdina fyri tilbúgvingini á heilsuøkinum. Heilsustýrið hevur gjørt neyvar leiðreglur, sum Sjúkrahúsverkið fylgir.

Í Sjúkrahúsverkinum eru neyðugar fyrireikingar gjørdar og kunnað er innanhýsis um, hvussu starvsfólkini skulu handfara møguligar støður við coronavirus hjá sjúklingi. Hetta snýr seg um nær vandi er fyri, at persónar hava smittuna, hvussu kannað verður og hvussu starvsfólkini skulu vera um sjúklingarnar.

Føroysku myndugleikarnir hava á www.corona.fo savnað upplýsingar viðvíkjandi coronasmittuni. Vanta upplýsingar, ella finnur tú ikki tað, sum tú leitar eftir, kanst tú seta teg í samband við coronalinjuna gerandisdagar kl. 8-16 og leygar- og sunnudag kl. 12-15
Coronalinjan hevur tlf. 304040

Tú kanst eisini seta teg í samband við beinleiðis telefonlinjuna 00 45 70 20 02 33, ið kann nýtast bæði av vanligum borgarum og heilsustarvsfólki.
24-04-2020 11.18
 
Coronavirus: Hevur tú hug at hjálpa til á Suðuroyar Sjúkrahúsi?.Coronavirus: Hevur tú hug at hjálpa til á Suðuroyar Sjúkrahúsi?
Sjúkrahúsverkið hevur fingið fyrispurningar frá fleiri, sum hava bjóðað seg at hjálpa til á teimum trimum sjúkrahúsunum, nú coronavirus ger um seg. Stóra tøkk til tykkum øll.

Um tú eisini hevur hug at hjálpa, ber til at skráseta teg á heimasíðuni niðanfyri, so seta vit okkum í samband við teg, um vit fáa tørv á eyka hjálp.

Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, so uttan mun til um tú lesur til lækna, er sjúkrarøktarfrøðislesandi ella hevur hug at gera reint, so ert tú vælkomin at melda teg til.

MINST TIL AT VIÐMERKJA HVØRJA BAKGRUND TÚ HEVUR, TÁ IÐ TÚ SØKIR.
Søk her
24-04-2020 11.18
 
Smittuverja í ambulatoriunum.Smittuverja í ambulatoriunum
24-04-2020 11.18
 
Viðkomandi leinkjur.Viðkomandi leinkjur
Fleiri heimasíður - bæði føroyskar og danskar - verða javnan dagførdar, so hvørt sum tøl, ætlanir og vitan um Covid-19 broytast.
Niðanfyri eru nakrar leinkjur, ið kunnu verða viðkomandi.
Heilsumálaráðið
Landslæknin
Sundhedsstyrelsen
01-04-2020 15.53
 
Læknaviðtala.Læknaviðtala
01-04-2020 14.58
 
Minka um sárbæri og varðveit góða sálarheilsu.Minka um sárbæri og varðveit góða sálarheilsu
Minka um sárbæri og varðveit góða sálarheilsu
Koronasmittan hevur broytt gerandisdagin hjá okkum øllum, og tað kann eisini ávirka sálarligu heilsuna hjá teimum, ið hava samband við Psykiatriska depilin. Vit hava samlað nøkur góð ráð her.
01-04-2020 14.58
 
Send skjalið