Anæstesideildin
Fyrisitingin
Fysiurgisk deild
Føðideildin
Goymslan
Kardiologiska starvsstovan
Køkurin
Laboratorium
Leiðbeining / telefonskiftil
Pínuklinikkin
Portørdeildin
Røntgendeildin
Seingjadeildin
Skurðdeildin
Sjúklingavegleiðing um reinføri áðrenn skurðviðgerð
Tekniska deild
Vaskaríið

Sjúklingavegleiðing um reinføri áðrenn skurðviðgerð

10 góð ráð.

Vaskið tykkum um allan kroppin.

Um morgunin áðrenn skurðviðgerð, skulu tygum vaksa tygum soleiðis.

1. Skola kroppin við nógvum vatni.

2. Vaska og skola hárið væl.

3. Vaska andlitið væl.

4. Vaska væl undir arminum.

5. Vaska síðan allan kroppin - serliga nalvan. Nýt nógva sápu.

6. Vaskið tygum væl í lærkreppingini og í neðra.

7. Vaskið tygum væl um beinini og føturnar.

8. Skola sápuna væl av kroppinum.

9. Turkið tygum væl um kroppin, og latið tygum í rein klæðir.

10. Tygum skulu ikki nýta krem ella luktilsi aftaná baðið. Tygum skulu ikki nýta smyrsl og neglalakk. Tað er heldur ikki loyvt at hava prýðislutir (ringar, ur, hálsprýði og oyraringar.)

Í samband við skurðviðgerð er altíð vandi fyri at fáa bruna. Tí er umráðandi, at húðin er so rein sum gjørligt, og at tygum vaska tygum væl áðrenn skurðviðgerð.

Bakteriur á húð - og í likami.

Øll fólk hava ymiskar bakteriur á húðini. Tað er vanligt og vandaleyst, so leingi bakterian er á húðini. Fer bakterian inn í likamið, er vandi fyri bruna.

Undir skurðviðgerð kunnu bakteriur fara inn í likamið gjøgnum skurðin.

Fylgja tygum hesum 10 góðu ráðum, hava tygum gjørt tað tygum kunnu at forða fyri bruna.

 

Útskriva skjalið