Øll tíðindi

Læknaskrivari til Suðuroyar Sjúkrahús

Eitt starv sum læknaskrivari er leyst til setan frá 1. januar 2020. Arbeiðstíðin er 1,0.

Í høvuðsheitum fevna arbeiðsuppgávurnar um vanligar læknaskrivarauppgávur og telefonavgreiðslu.

Vit vænta at umsøkjarar:
• hava útbúgving sum læknaskrivari
• hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
• hava góðan telduførleika - vit nýta Cosmic
• hava góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• eru tænastusinnaðir
Vit kunnu bjóða:
• ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfeløgum
• eitt starv við fjølbroyttum avbjóðingum
• fakliga og persónliga menning.

Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at venda sær til Herfríð Lindberg, læknaskrivara tlf. 34 33 00.

Umsóknir
Umsókn við avriti av prógvum og CV skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 27. oktobur 2019.

10-10-2019 14.51.20

Send skjalið