Øll tíðindi

Kostfakligur leiðari til Suðuroyar Sjúkrahús

Ert tú økonoma, professionsbachelor í “sundhed og ernæring” ella føðsluatstøðari við leiðsluroyndum, og hevur hug at seta tíni fingramerki á eitt spennandi arbeiðspláss, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Starvið sum kostfakligur leiðari er leyst til setan 1. mai 2019.

Køkurin framleiðir mat til sjúklingar, matstovuna á sjúkrahúsinum, búfólk á Suðuroyar Ellis- & Røktarheimi, og til borgarar, ið fáa mat eftir avtalu við Bú- og Heimatænastuna í Suðuroynni.

Í køkinum starvast, økonomur, føðsluatstøðarar og køkshjálparar.

Talan er um eitt avbjóðandi starv, har evnini til tætt samskifti við sjúklingar, dietistin og sjúkrarøktarfrøðingar eru avgerandi.

Sum kostfakligur leiðari, verður tú við til setan av starvsfólkum til køkin, umframt at tú hevur ábyrgd fyri játtan og innkeypi til køkin.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
Matframleiðsla, gera arbeiðsætlan, vaktplan, fyrireiking, fremja innaneftirlit, ábyrgd av játtan og innkeypi.

Førleikar:
• tú er økonoma, professionsbachelor í “sundhed og ernæring” ella føðsluatstøðari
• tú dugir at samskifta í skrift og talu
• tú hevur kt-førleika
• tú hevur arbeiðsroyndir frá stovnskøki.

Persónligir eginleikar:
• tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
• tú hevur jaligan hugburð
• tú dugir at síggja møguleikar framum forðingar
• tú hevur gott yvirblikk og tolir stórt arbeiðstrýst
• tú ert samstarvssinnað/-ur
• tú ert røkin og arbeiðsom/-samur
• tú ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi
• tú ert fleksibul og tolir broytingar.

Vit bjóða ein fakliga spennandi gerandisdag, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni í køkinum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristinu Midjord, leiðara í køkinum
tlf. 343255/226542.

Umsóknarfreistin er 25. mars 2019.

Umsókn við CV og prógvum skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att: sjúkrahússtjórin
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

08-03-2019 14.23.14

Send skjalið