Øll tíðindi

Sosialráðgevi til pínuklinikkina

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir sosialráðgeva í tíðini 1. nov. 2018 – 30. nov. 2019.

Starvið er eitt hálvtíðarstarv.

Vit kunnu bjóða:
• eitt spennandi starv, ið bæði er sjálvstøðugt og ein partur av toyminum í pínuklinikkini
• fakliga og persónliga menning
• góðar starvsfelagar

Vit vænta at umsøkjarar:
• hava útbúgving sum sosialráðgevi
• hava góð samskiftis- og samstarvsevnir
• kunnu arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.

Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær Eyðvør Thomsen, sosialráðgeva tlf. 34 33 00.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og øðrum viðkomandi skjølum CV v.m. skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att. sjúkrahússtjórin
Postsmoga 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 16. oktobur 2018

03-10-2018 13.25.44

Send skjalið