Øll tíðindi

Fast starv og avloysarastørv fyri sjúkrarøktarfrøðingar á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til:
• fast starv við arbeiðstíðini 0,7 í øllum vaktum frá 1. des. 2019
• avloysarastarv við arbeiðstíðini 0,7 í øllum vaktum frá 1. des. 2019 til 7. juni 2020
• avloysarastarv við arbeiðstíðini 0,5 í øllum vaktum frá 1. jan. 2020 til 1. feb. 2021.

Seingjadeildin er ein blandað skurð- og heiliráðsdeild við akuttari móttøku.

Vit vænta at umsøkjarar:
o hava prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
o hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
o hava góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
o kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
o hava telduførleika – vit nýta Cosmic
Vit kunnu bjóða:
o ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfeløgum
o eitt starv við mennandi avbjóðingum
o skipaða innleiðslu
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita
um størvini við at venda sær til Sonny Ellendersen, deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra.

Umsókn við autorisatión og CV skal sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
Stílað: Hans Pauli Henryson, sjúkrahússtjóri
Postboks 51
810 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo

Umsóknarfreist: 27. oktobur 2019.

10-10-2019 14.52.12

Send skjalið