Øll tíðindi

Fast starv og avloysarastarv sum fysioterapeutur á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir fysioterapeuti til
• fast starv frá 15. oktobur 2019 ella eftir nærri avtalu og
• farloyvisstarv í tíðarskeiðnum 4. novembur 2019 – 20. novembur 2020.

Arbeiðsøkið hjá fysioterapeutunum er:
Viðgerð av innløgdum sjúklingum, eftirviðgerð aftaná innlegging, eisini frá hinum sjúkrahúsunum í landinum og ambulant virksemi.

Vit vænta at umsøkjarar:
• hava prógv og góðkenning sum fysioterapeutur
• hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
• hava góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
• hava telduførleika – vit nýta Cosmic

Vit kunnu bjóða:
• ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað saman við góðum starvsfeløgum
• eitt starv við mennandi avbjóðingum
• skipaða innleiðslu
Løn – og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Sáru Olsen, leiðandi fysioterapeut.

Umsóknir við avriti av prógvum og øðrum viðkomandi upplýsingum skulu sendast til:

Suðuroyar Sjúkrahús
att. sjúkrahússtjórin
Sjúkrahúsbrekkan 19
800 Tvøroyri

ella

ssh@ssh.fo.

Umsóknarfreistin er 24. septembur 2019.

10-09-2019 10.50.41

Send skjalið